Promillumarkið niður

Ferðslutrygd vil hava promillumarkið niður í 0,2 prosent

Ráðið fyri ferðslutrygd vónar nú, at løgtingið fer at lækka promillumarkið heilt niður í 0,2, nú landsstýriskvinnan ikki fekk meiriluta í landsstýrinum fyri tí. 

Hægra markið, sum er 0,8, hvørvur. Men lægra markið, 0,5, verður standandi í lógaruppskotinum.
Formaðurin í ferðslutrygd, Høgni í Stórustovu, væntar tó, at tað verður broytt til 0,2 prosent.

– Rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman. Tekur tingið hetta til eftirtektar, so samtykkir tað, at promillumarkið skal verða 0,2%, sigur formaðurin í ferðslutrygd (ú.f)

Scroll to Top