Halt gák !!!

Tá so at siga allir mínir næmingar klára teoriroyndina fyrstu fer, hevur orði “fantastiskt” lítlan og ongan týdning!

Á Akstovuni  er pláss fyri níggju fólkum í senn til hvørja teoriroynd.  7. Apríl kl. 10:00 var aftur ein dagur har KOYRILÆRARIN /Benny Ejdesgaard enn einafer legði hald á teorihølið og harvið fingu mínir næmingar hølið fyri seg sjálvi.

Sjálvandi vóru tey spent, men samstundis eisini fegin fyri at sleppa upp, tí tey vóru sera væl fyrireikaði til uppgávuna.

Kl. 10:40 var royndin liðug og komu øll út við einum stórum skálkabrosi …Sjálvandi  – ØLL KLÁRAÐU ROYNDINA !

Í einum tíðarbili innan 7 dagar hava 17 av mín næmingar verði uppi í teori og staði royndina, hesi hava øll fingið koyritíðir og tey fyrstu eisini longu fingið koyrikortið.

 

Scroll to Top