Tvinga til lógarbrot

Mynduleikarnir tvinga fólk 

til lógarbrot!

Sum lógin er her á landi er tað snøgt sagt ógjørligt hjá prutlum og súkklufólkum at fylgja lógini, sostatt eru tey lógbrótarar.

Í øll hesi Harrans mongu ár, hava prutlførarar og fyri tí skil eisini súkklufólk, ongan góðan á teimum bonaðu gólvinum.

Taka vit súkklufólkini fyrst, so kann tað teljast á einari hond, hvar umstøðurnar eru fyri at súkkla trygt uttan at koma í samband við motorsúkklur, bilar og tunga ferðslu! Vit hava eina deilda súkklubreyt á nakrar fáar metrar í miðbýnum í Havn, har SMS liggur og so eina deilda súkklubreyt við Norðstahorn.

Taka við prutlini so er skili enn verri, 30 km/t. prutl skal eftir lógini koyra á sama staði sum súkklan. 30 km/t. prutl eru tey prutl sum 16 ára gomul kunnu fáa koyrikort til. Hesi prutl, eru í veruleikanum ein súkkla sum hevur ein hjálpimotor og skal tískil koyra har súkklurnar eru, tað vil siga at tær skulu koyra á deildu gongu og súkklubreytini við SMS og Norðstahornið.

Skal ein við prutli til vinstri á einum krossvegi, so skal viðkomandi koyra beint fram á krossvegnum tvørtur um til mótsættari síðu, síðani skal viðkomandi standa har til eingin ferðsla kemur frá báðum síðum, harnæst skal prutlførarin  snæra prutilinum 90 gradir og fara tvørtur um vegin. Sagt á annan hátt, so er ikki loyvt  prutlið  og súkklum, at fara inn í svingbreytina sum er ætla ferðslu til vinstru,  men fyri at ikki koma til skaða ella tað sum verri er, síggja tey sær ongan útveg enn at fara inn í hesa breyt sum hóast alt er tryggari enn at standa við vegjaðaran har trongligt er.

Dømi:  Kemur ein á prutli niðan eftir J. Broncksg.  og  fram til ljóskurvarnar og ætlar sær til vinstru oman ímóti miðbýnum, so skal prutlførarin standa úti við høgra vegjaðara og bíða eftir grønum ljósið. (har er ein stoyptur kantur.  Hugsa tær, ein bussur ella lastbilur /trailari stendur har eisini) Tá grønt ljós er skal prutlførarin beint fram og skal síðani standa í allari ferðsluni úti við gongubreytakantin og passa sær kjans við at fara tvørtur um vegin.

Hettar er bert eitt av fleiri vandamiklum vegkrossum.

Mít ynski er, at prutl fáa loyvi at stilla seg mitt út í svingbreyt eins sum motorsúkkla, so leingi ferðsluviðurskiftini eru sum tey eru.

Útbygging av vegakervinum so tað hóskar til nútíðar ferðslu mynstur  tað vil siga so trygt sum gjørligt fyri tey ferðandi úti í ferðsluni.

Undirritaði hevur verði í samband við myndugleikar og vónandi spyrst okkurt gott burtur úr.

So leingi lógin ikki verður broytt til føroysk viðurskiftir, eru meira ella minni allir allir prutlførarar lógbrótarar. Ì dag síggja vit øll prutl stilla seg í svingbreytina um tey ætla sær til vinstru. Løgreglan hevur meira ella minni góðtikið hesa plasering, tían betur vil eg siga, tí hóast tað sambart ferðslulógini ikki er loyvt, so meti eg, at hendan plasering hóast alt er ein tryggari loysn.

Lógaruppskot eru frammi um at broyta ferðslulógina, hendan lógin kann broytast uttan størri hóasták.  (BE)

Scroll to Top