100 ár síðani
Í ár eru 100 ár síðan Suzuki verksmiðjan í Japan varð stovnað.
Suzuki byrjaði í 1909 sum framleiðari av maskinum til veving, men seinastu 55 árini hava teir framleitt motorsúkklur og bilar umframt ymiskt annað sum t.d. páhengsmotorar og skipsmotorar.
Suzuki Motor Corporation er tann 12. størsti bilaframleiðari í heiminum við 35 verksmiðjum í 23 londum og 45.000 fólkum í starvi.
Suzuki framleiddi 2 milliónir og 600 túsund bilar í fjør, harav 315.000 vórðu seldir í Evropa.
KOYRILÆRARIN hevur tveir skúlavognar, ein VW og sjálvandi eisini í ein Suzuki Grand Vitara.