Alt ov lætt at fáa koyrikort
Steðga snarskeið (21 dagar) tað skal taka tríggjar mánaðir at ogna sær koyrikort, heldur ein koyrilærari.
Páskini 2009 hava verði blóðig. 13 menniskjur hava latið lív á teimum donsku vegunum, og yvir helvtin av teimum deyðu eru ung undir 26 ár.
Ein bangin koyrilærari og stýrislimur í Danske Kørelæreres Landsforening Vibeke Verserhouen úr Århus er stúrin fyri tí blóðigu gongdini. Vibeke Vesterhousen langar út eftir lógini sum hon heldur verða lina og krevur at komandi bilførarar framyvir skulu hava fleiri tímar aftanfyri rættið, áðrenn teir fáa loyvi at koma út á vegirnar.
– Tað er alt ov fáir undirvísingartímar. Tímatalið skal tvífaldast, sigur Vibeke Verterhousen og sigur víðari:
150 kilometrar er ikki nokk . Ein skúlavognur koyrir uml. 15 kilometrar pr. lektión, og gongur ein út frá, at ein næmingur hevur tíggju lektiónur í útbúgvingartíðini sum bilførari, hevur hann/hon ikki koyrt meira enn 150 kilometrar, áðrenn koyrikortið er í hús. Tað er fullkomiliga órímiligt, at tað ikki skulu fleiri kilometrar til. Skipanin skal broytast, og tað kann bert ganga ov seint fyri seg.
Soleiðis fáa vit tryggari ferðslu:
1. Koyritímarnir tvífaldast
2. Ein skal minst verða 20 ár fyri at ogna sær koyrikort og egnan bil
3. Tað skal ikki longur lata seg gera, at ogna sær koyrikort upp á 21 dagar (snarskeið)
4. Ástøðisroyndirnar skulu broytast. Royndirnar eru ikki dagførdar síðani 1986, og myndirnar og ferðslustøðurnar, sum eru í royndini, eru ikki tíðarhóskandi
5. Koyriroyndirnar skulu gjøgnumførast í stórbýi
6. Reglugerðin fyri koyrikort til motorsúkklu skal broytast. Tað skal ikki longur verða møguligt at ogna sær koyrikort til motorsúkklu og bil við at taka hálva undirvísing
7. Øll sum taka koyrikort skulu hava frálæru í fyrstuhjálp
(be)