0,2 promillumark

Antin -ella,

ikki bæði

Promillumarkið verður 0,2 prosent frá 1.oktober

Frá 1.oktober ber ikki til at drekka eina øl og síðani koyra bil, tí tá verður promillumarkið 0,2. Tað avgjørdi løgtingið við triðju viðgerð av lógaruppskoti um ferðslu í dag. 

Landsstýriskvinnan við lógarmálum skjeyt upprunaliga upp at lækka promillumarkið úr 0,8 niður í 0,5 promillu. Men Rættarnevndin hjá løgtinginum herdi lógina, so promillumarkið verður 0,2 prosent.

Nøkur tingfólk royndu at hækka promillumarkið uppaftur á 0,5, men tað miseydnaðist.
Sostatt er promillumarkið 0,2 prosent frá 1. oktober í ár.

Kári Thorsteinsson, formaður í ráðnum fyri ferðslutrygd, sigur við útvarpið, at hetta er eitt greitt tekin frá myndugleikunum um at rúsdrekka og at koyra bil ikki hóska saman.

Nú promillumarkið er 0,2 prosent, verður mett, at tað er ov nógv at drekka eina øl og síðani at koyra bil.

Scroll to Top