Lógin herd

Promillumarkið niðursett tvær ferðir.
Ein nógv umrødd broyting í ferðslulógini er promillumarkið fyri alkohol í blóðinum, tá ferðast verður í ferðsluni. Upprunaliga uppskotið frá landsstýrinum var, at markið millum 0,5 og 0,8 promillu, ið vanliga gav treytaða frádøming, skuldi strikast, og at var tú tikin við eini promillu omanfyri 0,5, var tað at meta sum rúsdrekkakoyring, og frádømingin var treytaleys.

Við 2. viðgerð í løgtinginum hevði Rættarnevndin hjá Løgtinginum tó skotið upp, at seta inn aftur hugtakið promillukoyring, tó hesaferð frá 0,2 til 0,5 promillu, sum so gevur treytaða frádøming. Løgtingið samtykti hesa broyting, og merkir tað tí nú, at verður tú tikin við eini alkoholpromillu á omanfyri 0,2 promillu, fær tú treytaða frádøming av koyrikortinum, um tað er fyrstu ferð, og er hon omanfyri 0,5 promillum, er revsingin tretaleys frádøming av førararættinum.

Umframt hesar revsingar koma sjálvandi eisini bøtur. Eisini á hesum økinum er lógin herd, og sektirnar eru hækkaðar og gjørdar einfaldari, soleiðis at tær skulu kunna býtast við 500 krónur.

Umframt hetta er null-mark sett fyri rúsevnum og løgreglan kann nú taka koyrikortið á staðnum, uttan at neyðugt er við blóðroynd.

Scroll to Top