Í tí góða partinum verða øll ogn og virði, sum loysa seg, og hin parturin verður avgreiddur, tað vil siga fer á heysin.
Nýggja General Motors ætlar at fara undir at framleiða minni bilar, sum koyra longri upp á liturin, men serfrøðingar vænta, at tað verður trupult, so leingi bensinið er so bíligt, sum er í USA í løtuni.
Partabrævið í General Motors er lækkað til undir ein dollara, umleið fimm krónur fyri hvørt, og stóri taparin er fyrst og fremst parteigarin, sum missir tað síðsta, sum partabrævið er vert.
Tað ljóðar, at Barack Obama er til reiðar at geva General Motors 30 milliardir dollarar í stuðli, 150 milliardir krónur, fyri at forða einum húsagangi.
Amerikanski staturin fer sostatt at eiga 60 prosent av fyritøkuni, skrivar AP-tíðindastovan.
General Motors varð stovnað í 1908 og er heimsins størsta bilverksmiðja eftir Toyota, mált í seldum bilum í 2008. GM framleiðir bilmerki so sum: Buick, Cadillac, Chevrolet, GMC, GM Daewoo, Holden, Hummer, Opel, Pontiac, Saab, Saturn, Vauxhall og Wuling.
Í Evropa eigur GM bilverskmiðjurnar Vauxhall (síðan 1924) og Opel (síðan 1929). Fíggjarligu trupulleikarnir hava stóran týdning í Evropa, har General Motors hevur yvir 50.000 fólk í starvi, meira enn helvtin av hesum arbeiðsplássum eru hjá Opel í Týsklandi.
(Kelda: Útvarpið)