Hvat er eitt koyriforboð?

Ert tú nýggjur bilførari, skalt tú bert fáa 2 klipp innan fyri 3 ár – so fært tú eitt koyriforboð.
Tá tú hevur havt títt fyrsta koyrikort í 3 ár, byrja reglurnar um 3 klipp at galda fyri teg.

Tú kanst sostatt ikki bert lata tær lynda, at fáa eina treytaða frádøming, sum aðrir bilførarar, sum hava havt koyrikort í longri tíð.

Fært tú eitt koyriforboð, skalt tú lata koyrikortið frá tær. Tú kanst í fyrsta lagi koyra bil aftur, tá tú hevur

• verið ígjøgnum 7 teoritímar og 8 koyritímar hjá einum koyrilærara og
• staðið eina eftiransandi koyriroynd.

Tú skalt sjálvur rindað fyri frálæru hjá koyrilærara og fyri koyriroyndina.

Scroll to Top