Tað at læra hvussu ein t.d. skal handfara akfarið, tá ið ein verður fangaður av vegkantinum, um t.d. hjólið fer út av breytini, er í veruleikanum sera umráðandi, tí nógvir ferðsluskaðar henda júst av hesi orsøk; somuleiðis hvussu akfarið skal handfarast í hálku og undir torførum umstøðum yvirhøvur.
Spurdur um, hvar eitt tílíkt anlegg eigur at liggja, svarar Jákup Jacobsen, at flestu koyriroyndir eru í miðstaðarøkinum, og tí er nærlíkt at eitt anlegg liggur onkustaðni á tí økinum, og at staðið er veðurgott.
Jákup hevur heilt frá byrjan verið av tí áskoðan, at eitt komandi koyriteknisk anlegg skal vera á privatum hondum.
Tá spurningurin um nær hann væntar at eitt anlegg stendur liðugt bygt, svarar Jákup Jacobsen, at hansara realistiska boð er í 2015. (BE/KOYRILARARIN.FO)