Ozzie “I just passed my driving test

Fyri tíggju árum síðan setti hann sær fyri, at hann nú skuldi fáa sær koyrikort. Fyrstu árini gekst einki serligt, tí hann tíðum var so fullur, at ikki bar til. Men síðan hann legði av at drekka, hevur hann strevast dúgliga fyri sakini, og nú bragdaði. Nítjandu ferð, hann var uppi til koyriroynd, stóð hann royndina. So nú kann Ozzie púra lógliga koyra bil, um hann annars megnar at halda seg frá rúsdrekka, meðan hann koyrir.

Drúgva rúsdrekkamisnýtslan hevur eisini havt onnur árin á mannin, ið rættiliga opinskáraður greiðir frá trupulleikum í sovikamarinum. Hann sigur seg hava roynt Viagra, men til fánýtis.

Seksti ára gamal Ozzie skrivar soleiðis á Twitter:
“I just passed my driving test. Took me 60 yrs but I did it! For the 1st time in my life I\’m legal to drive, so watch out!,”  (be)

Scroll to Top