Billán førdi til sex -narr

Ein 66-ára gamalur maður úr svenska býnum Motala var sera vinarligur móti sínum granna, sum manglaði pengar til at keypa sær ein bil. Maðurin lánti henni pengarnar, við tað at hon rindaði pengarnar aftur eitt sindur av gangin.

Tað gekk tó nakað striltið við gjalda aftur, og kvinna bjóðaði í staðin at geva kynsligar veitingar ístaðin fyri pengar. Tað játtaði maðurin, skrivar expressen.se

-Fyri skuldina skuldi hann hava sex í tólv umførum, upplýsir løgreglan í Motala til blaðið.

Men tann alternativa afturgjaldingin kom heldur ikki, so tann 66-ára gamli maðurin hevur nú melda kvinnuna fyri svik fyri ikki at geva honum kynsligar veitingar. (be)

Scroll to Top