Tey flestu við koyrikortið kenna støðuna, tá ein situr i bilinum og stríðist við at halda eygunum opnum og harvið eisini halda konsentratiónini .
Ein nýggj donsk tøknifrøði við heitinum DRIVSCO skal nú hjálpa bilførarum at koyra teirra egna bil. Koyrihátturin hjá bilføraranum verður goymdur í minninum hjá skipanini, hareftir vil bilurin vera førur at boða tær frá, tá tú ert við at gera nakað radikalt annarleiðis, enn tú annars vildi gjørt, skrivar videnskab.dk
Í bilinum er eitt kamera ið sær hvussu vegurin gongur og møguligar forðingar fyri framman.
Tað henda mong óhapp um náttina, mangan vegna vánaligt sýnið, men teldan verður ikki órógva av myrkrinum og sær longri fram enn bilførarin, av tí at teldan longu frammanundan kennir koyriháttin hjá bilføraranum, vil skipanin boða frá um ikki alt er sum tað plagar at vera. (be)