Svøvnur drap mann

Fyri tveimum árum síðani koyrdi tann tá 31-ára gamla kvinnan frá Odder í Danmark á ein 75-ára gamlan mann sum lat lív. Hon hevði um tað mundi verði vakin eitt heilt døgn.

Umframt fongsulsrevsingina skal kvinnan eisini upp til nýggja teori og koyriroynd um tvey ár, um hon lógliga vil koyra bil aftur. Hægstirættur frádømdi henni koyrikorti í hesum tíðarskeiði.

Yvirlæknin og serfrøðingurin í svøvnmedisini Jan Ovesen er heilt avgjørdur.

Ringast um morgunin

– Hevur tú ikki sovið so leingi, so svarar tað til eina promillu millum 0,5 og 0,9. Í tílíkum standi mást tú ikki koyra bil, sigur hann.

Les meira her [Dr.dk/BE]

Scroll to Top