Føroyingar keypa

Føroyar teljast tí millum fremstu lond um okkara leiðir, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið umvegis umhvørvisavgjøld á bilum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Í skjótt tvey ár hevur nýggj lóg um skrásetingargjald á bilum verið í gildi í Føroyum. Endamálið við lógini er at leggja í minsta lagi 20 prosent av avgjaldinum, sum fyrr bert varð goldið av virðinum á bilinum, yvir á CO2-útlátið frá bilinum.

Skipanin er sett soleiðis saman, at tess minni bilurin dálkar, lutfalsliga minni verður goldið í umhvørvisavgjøldum, og tess meira bilurin dálkar, luftalsliga meira verður goldið í umhvørvisavgjøldum.

At umhvørvisparturin er minni í ár enn í fjør, er tekin um, at bilkeyparar síggja møguleikan í at spara pening við at keypa ein meira umhvørvisvinarligan bil heldur enn ein minni umhvørvisvinarligan, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

Scroll to Top