Orðið “chicken” stavar helst upprunaliga frá kenda filminum Rebel Without A Cause, sum hevði James Dean í høvuðsleiklutinum, og í Føroyum er ein “chicken” at tá ið tveir bilar avtala at møtast, so koyra teir miðskeiðis á vegnum, og tann sum fyrst fer út til høgru, er ein “chicken”.
Vágaportalurin hevur skilt, at tað er rættiliga vælkent millum ung í Klaksvík, í Eysturoynni og í Vágum, at gera ein “chicken” og Vágaportalurin hevði verið fegin at vita meira um henda sera vandamikla sport.
Veist tú okkurt at fortelja um “chicken” so vinarliga ring til Vágaportalin ella skriva, eisini um tú eigur onkra mynd.
Leggjast kann afturat, at KOYRILÆRARIN staðiliga vil heita á øll um at ikki at gera ein “chiken”. Er tað soleiðis at tað er vorðin ein sportur her á landi er tað sera umráðandi at tað verður undir skipaðum umstøðum, tað vil siga at landsins myndugleikar hava sett eitt ávíst økið og annan útbúnað til tiltakið , í ringasta føri kann fylgjurnar verða “deyðin
Brotið úr filminum sæst við at KLIKKJA HER (vagaprotal.fo)