Afturkallar 270.000 bilar

Brekið er í V8- og V6-motorum í fleiri Toyota-modellum, m.a. Lexus og Crown, skrivar AFP-tíðindastovan. Brekið kann hava við sær, at motorurin fer í tómgongd ella steðgar, meðan koyrt verður.

90.000 bilar í Japan og 180.000 bilar aðra staðni á knøttinum verða afturkallaðir. Einki er frætt um, at motorbrekið hevur havt vanlukku við sær.

Nógvir trupulleikar hava verið við Toyota-bilum seinasta árið. Síðani í fjør hevur kenda japanska bilverksmiðjan afturkallað 10 milliónir bilar. (uf)

Scroll to Top