At bilsølan brádliga minkaði á heysti í 2008, hevði við sær, at inntøkurnar hjá Akstovuni minkaðu munandi. Í 2007 vórðu seldir 3.000 bílar, men árið eftir vórðu bert 1.000 bilar seldir.
Tað kom illa við hjá Akstovuni, tí inntøkurnar, sum í stóran mun stava frá skráseting av nýggjum bilum, lækkaðu munandi.
Og tá Akstovan samstundis fekk at vita, at játtanin skal haldast, varð neyðugt at taka ógvislig stig, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, við Útvarpið.
Í heyst vórðu trý fólk á Akstovuni í Havn søgd úr starvi.
Ein bilsýnsmaður, ein próvdómari, og eitt fólk í umsitingini, vórðu yuppsøgd.
Ein bilsýnsmaður sýnir einar 3.000 bilar um árið, og tað fer at merkjast. Ein próvdómari tekur sær av at føra fólk, sum taka koyrikort, til próvtøku, og tað fer eisini at merkjast. Og triðja fólkið í umsitingini tók sær m.a. av at skráseta bilar.
Herfyri bað landsstýriskvinnan um eina eykajáttan til Akstovuna, men fíggjarnevndin hjá løgtinginum segði nei. Tí má sparast restina av árinum, og tað verður eisini gjørt.
Næsta ár verður øðrvísi, hóast virksemið verður skert nakað. Bilar verða framvegis sýnaðir í Suðuroy, í Havn, á Glyvrum og í Klaksvík. Og Akstovan hevur tosað við teir, sum koyra skúlakoyring í Norðoyggjum, um eina loysn.
Tað gongst heldur frægari hjá bilasølunum at selja bilar nú, og væntandi verða einir 1200 bilar seldir í ár. Tað økir aftur um inntøkurnar hjá Akstovuni, men tað er framvegis langt frá teimum 3.000 bilunum, sum vórðu seldir í 2007, sigur stjórin á Akstovuni, Jákup Jacobsen. (Kringvarp.fo)