Alkolás frá 2012

Bilførarin skal blása í eitt alkolás, og um førarin hevur drukkið ov nógv, vil bilurin ikki fara í gongd. Ráði fyri Størri Ferðslutrygd í Danmark mælir til saman við hinum norðurlensku systurfeløgum at fáa í lag at allir bilar frá 2012 skulu hava alkolás, skrivar Berlingske Tidende Bilen. Alkolás er eitt tól, sum er íbundið til startskipanina á bilinum og verður brúkt eitt nú í samband við dóm fyri rúsdrekkakoyring. Fyri at seta bilin í gongd verður kravt, at førarin áðrenn koyring blæsur í tólið. Einans um alkoholpromillan í andanum er nóg mikil lítil – svarandi til ásettu markvirði – er møguligt at seta bilin í gongd. Í Svøríki er skipanin longu roynd í nøkur ár, og sviar hava tikið væl ímótir alkolásinum. Nýggjasta kanningin vísir, at 8 út av 10 ungum bilførarum í Stokkhólmi ynskja alkolásinum vælkomnum. Royndir úr Kanada og USA Nógvir statir í Kanada og USA hava royndir við nýtslu av alkolási í bilunum og longu í 1999 byrjaði ein roynd við skipanini í Svøríki. Í Kanada er frágreiðing komin, sum hevur til endamáls at lýsa verandi ætlan fyri alkolásbrúkarar, og eisini hvat ein serstakliga skal vera ansin fyri í samband við hesari ætlan. (be) http://www.alkolock.com

Scroll to Top