Løgreglan hevur seinastu tíðina steðgað 1.521 bilum í høvuðsstaðnum. Niðurstøðan av kanningunum er, at bilarnir eru í hampiliga góðum standi, men tey, ið sita í bilunum, vísa alt ov lítið umhugsni. Løgreglan skrivaði tilsamans 314 frágreiðingar um lógarbrot í sambandi við kanningarnar og hesi kunnu vanta sær eina bót og 55 fingu átalu, t.d. um ein pera til nummarplátuna manglar. Lógarbrotini vóru fylgjandi: 57 Lyktafeilir 1 Skeivt brúk av tokulyktum 180 Ikki íbundin trygdarbeltið 2 Børn ikki íbundin (Undir 15 ár) 6 Dekk ikki í lagi 0 Píkadek 57 Einki koyrikort við sær 1 Ongan førararætt 19 Tosa í fartelefon Tann eina dagin hevði løgreglan ferðamátingar í undirsjóartunnilinum um Vestmannasund, 24 koyrdi meira en loyvt er og hesi kunnu eisini vanta sær eina bót. (be)