Alt ov nógv klára ikki royndina

Tøl frá Løgregluni í Keypmannahavn vísa, at alt ov nógv ikki klára royndina. Tað dumpa so nógv, at ferðsludeildin hjá Politinum hevur avgjørt at kalla inn 30 koyrilærarar til samtalu. Erik Sønderborg fyristøðumaður í ferðsludeildini stúrir fyri tí høga dumpiprosentinum. Hann meinar, at næmingarnir verða sendir ov tíðliga til koyriroyndina. Erik Sønderborg meinar harumframt, at tað eru tey fæstu, sum megna, at læra, at koyra bil við teimum kravdu koyritímunum. Stjórin í Ráðnum fyri Størri Ferðslutrygd í Danmark, René la Cour Shell sær trupulleikan við ótta. Hann vísir á trupulleikan, at koyrikortið ongantíð er ein spurningur um góðsku, men einans um prís (BE)

Scroll to Top