Annika Olsen: Ikki ráð at slaka

Spurd um eitt koyriteknisk anlegg er ávegis, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, at samfelagið avgjørt hevur tørv á einum slíkum anleggi at tað stendur í samgongu skjalinum at eitt tílíkt anlegg skal gerast og at tey arbeiða við málinum.

Tað er ikki gjørd nøkur kostnaðarmeting av ætlanini og hvar eitt tílíkt anlegg skal liggja, tað er eitt av málinum sum ein komandi arbeiðsbólkurin skal arbeiða við.

Annika Olsen sigur, at arbeiðsbólkur skal mannast av fólkum sum umboða ymiskar bólkar ið hava við málsøkið at gera, her ímillum umboð fyri koyrilærararnar.

Í nýggju koyrifrálæruni stendur, at øll sum skulu ogna sær eitt koyrikort skulu teir fyrstu tímarnar gjøgnumføra verkligu koyringina í einum sokallaðum “grulvigarði” sum er eitt inngirt øki.  Í hesum sambandi sigur Annika Olsen, at eitt hugskot er, at leggja “grulvigarðin” saman við koyritekniska anlegginum.

Annika Olsen kundi ikki siga nakað um ein slík ætlan verður til veruleika, einans at ein arbeiðsbólkur skal setast!

Arbeiðsbólkurin verður settur um heilt stutta tíð.

Annika Olsen endar við at siga Eg vil leggja afturat, at ferðslutrygd er eitt øki, ið vit ikki hava ráð at slaka uppá, og tískil eigur eitt anlegg ikki at stranda uppá manglandi fígging”. (www.koyrilararin.fo/BE)

Scroll to Top