Tað hevði verið hóskandi at sett hámarksferðina upp á summum vegateinum í Føroyum, heldur løgtingsmaðurin Bill Justinussen. Hann heldur, at miðalferðin á føroysku vegunum millum bygdir man vera nakað hægri enn teir 80 kilometrarnar um tíman, sum ferðslulógin annars ásetur. Tí heldur hann, at tíðin kanska er komin nú, at vit í Føroyum gera tað lógligt at koyra skjótari enn 80. – Bilarnir eru vorðnir betri og tryggari, og tað eru vegirnir og umstøðurnar eisini. Tí er hámarksferðin 80 kilometrar um tíman viðhvørt ov lítið, heldur miðflokstingmaðurin. Landsverk hevur hinvegin víst á, at í londum á okkara leiðum, har vegakervi og ferðslumynstur kunnu samanberast við okkara, tykist rákið vera heldur at fáa ferðina setta niður út frá teirri sannroynd, at lægri ferð førir til færri og minni álvarsom ferðsluóhapp enn hægri ferð.(ÚF)