Bílig vetrardekk dumpa

Tað kann verða hættisligt at seta bílig vetrardekk undir bil. Bremsilongdin verður upp til 18 metrar longri við 100 km/t., um ein velur bílig discountdekk fram um góðskumerki . Tað er tað týska ADAC sum svarar til FDM, sum hava kanna bremilongdina á ymiskum vetrardekkum, kanningin vísti at ein bilur við 100 km/t. sum koyrdi við vetrardekkum frá Continetal WinterContact steðgaði eftir 52 m., í móti einum tilsvarandi bili við somu ferð men við dekkum frá Nankang steðgaði eftir heili 69,8 m. Ein bilur við Nankang-dekkum koyrir framhaldandi 50 km/t., tá bilurin við dekkum frá Continental stendur stillur. Ein ferð, sum er meira enn ríkilig til at taka lív. Prísmunurin millum baði merkini – og møguleikin millum lív og deyða – er uml. 500 kr. pr. stk. Sambært einari uppteljing frá Rådet for Større Færdselssikkerhed koyra 58 prosent av dønum við vetrardekkum. (Nordjyske Stiftstidende NordjyskeBiler, Christian Schacht)

Scroll to Top