Gonguteigar uttan ljóð ella stýrd av ljósum, er tann størsta orsøkin til, at hvør triði blindi følur seg ótryggan úti í ferðsluni, skilst av einari frágreiðing gjørd av Catinét for Dansk Blindesamfund (DB). 338 í aldrinum 15 til 80 ár sum eru limir í DB eru spurd og av teimum eru 72 prosent bangin fyri av verða yvirkoyrd av einum bili, meðan 65 prosent eru bangin fyri súkklum. Tað er tann nógva og tætta ferðslan og økta brúkið av skeltum, sum hava gjørt tað eyka torført fyri tey blindu at ferðast í ferðsluni sigur formaðurin í DB Jens Bromann. Hann sær tí fram til 2007, tá Danmark takur undir við FN sáttmálan fyri brekað, sum millum annað krevur, at rundkoyringar skulu verða útgjørdar við leiðustriku, ferðsluherða ella stýrd við ljósum. (BE)