Í 1937 vórðu tær fyrstu 30 VW Boblurnar framleiddar á Mercedes verksmiðjuni Daimler-Benz AG. Sama ár tók týska stjórnin avgerð um at byggja eina verksmiðju til VW Bobluna í býnum Fallersleben, sum stutt eftir skifti navn til Wolfsburg.
Men áðrenn framleiðslan kom í gongd, brast annar verðaldarbardagi á, og framleiðslan av VW Bobluni byrjaði tí ikki fyrr enn í 1945.
VW Type 1 bleiv ein av heimsins mest seldu bilum. Eftir at framleiðslan av bilinum helt uppat í Europa í 1974, tá VW Golf avloysti Bobluna, vórðu teir gjørdir í Mexico til 2003, tá vóru tilsamans 21,5 milliónir bilar framleiddir. (Maggi)