Føroyingar koyra deyðakoyring!
Ein kann hava eydnuna við sær og sleppa snikkaleysur frá at bróta ferðslulógina, men tað er ógjørligt, tá tað kemur til tær fysisku náttúrlógirnar fyri bilkoyring. Lógarbrot av ferðslulógini, verður revsa alt fyri eitt við einari vanlukku.
Tí er tað alt avgerandi at ein royndarkoyri- og hálkubreyt (koyriteknisk anlegg) í stundini verður set á Føroyakortið.
Á einum tílíkum anleggi kann ein royna nøkur grundleggjandi fysisk viðurskifti við bilkoyring, so tað hjálpir einum at skilja týdningin av at tillaga ferðina og stýringina eftir umstøðunum. Eisini at læra kynstrið at stýra bilin við hóvligari ferð í ávísum hættisligum støðum.
Royndarkoyri- og hálkubreyt á Føroyakortið, ongantíð ov skjótt. Hettar er ein fyritreyt fyri, at vit í Føroyum kunnu fáa tryggar og góðar bilførarar. (be)