Drakk kamfurdropar

Drakk kamfurdropar og misti koyrikortið

Hóast teir kunnu keypast í hondkeyp, innihalda kamferdropar heili 93 prosent av spritti

Kamfurdropar vóru orsøkin til serliga langa frádøming av koyrikortinum hjá einum bilførara í Landsrættinum nú ein dagin.At kamfurdropar kunnu fáa promilluna at rúka upp, mátti ein bilførari sanna, tá hann herfyri var tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Hóast maðurin ikki helt seg hava drukkið stórvegis, vísti ein blóðroynd, at promillan var heili 3,23.

Í Landsrættinum kom fram, at maðurin hevði drukkið tvær og eina hálva fløsku av kamfurdropum fyri magapínu. Kamfurdropar fáast í hondkeyp, men hóast teir innihalda 93 prosent av spritti, er ongin beinleiðis ávaring á fløskunum móti at koyra bil .

Eisini kom fram í rættinum, at um maðurin ikki hevði havt drukkið kamfurdroparnar, hevði hann kortini havt út við 2,0 promillu í blóðinum.
Hetta hevði tó givið bilføraranum eina munandi linari revsing, enn hana, landsrætturin ásetti.

Nú skal bilførarin nevniliga inn at sita í 20 dagar umframt at hann missur koyrikortið í hálvttriðja ár. (olivant.fo)

 

Scroll to Top