Politiið handtóku í nátt ein dýrandi fullan mann, sum sjálvur koyrdi inn í politigarðin í einum nógv larmandi bili, parkeraði og ringdi upp á hurðina.
Maðurin hevði júst koyrt á ein kantstein og hevði oyðilagt baði framhjólini, orsøkin var at hann koyrdi á heilt fløtum dekkum, tá hann trillaði inn á nærmasta parkeringsøki sum vísti seg at verða politigarðurin í Randers.
– Bilurin larmaði ómetaliga nógv, so fleiri politistar fóru yvir til vindeygað fyri at hyggja hvat tað kundi verða. Tað teir fingu eyga á, var ein bil sum kom vinglandi inn í ein parkeringsbás, sigur vakthavandi á støðini.
Maðurin gekk síðani vinglandi til dyrnar, har hann ringdi upp á. Tá ein politistur opnaði hurðina, vildi maðurin bara líka siga, at hann hevði parkera bilin frammanfyri bygningin, tí hann hevði koyrt galið.
Politisturin lokkaði tó mannin inn á støðina, har hann tók ein alkoholtest.
– Alkoholtestarin vísti eina promillu væl yvir 2, so vit handtóku hann beinanvegin, sigur vakthavandi til ekstrabaldet.dk
Maðurin verður nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. (be)