Dumpaði 949 ferðir í teori

Hon selir grønmeti í býnum Wanjang, og eitt koyrikort hevði tí verið nógv praktiskari hjá henni at havt.

Eins og um okkara leiðir, noyðist tú í Suðurkorea at taka teoriroynd og koyriroynd, um tú skal fáa koyrikort til bil.

Fyrstu ferð, Cha Sa-soon var uppi í teori, var í apríl í 2005.

Men tað hevur ikki gingið betri enn væl hjá suðurkoreansku kvinnuni. Hinvegin vildi hon ongantíð geva skarvin yvir.

Herfyri slapp hon so ígjøgnum nálareyga og stóð teoriroyndina, sum altso var roynd nummar 950 hjá henni.

– Cha Sa-soon er kend her, og vit eru bergtikin av  hennara áhaldni og mót, sigur ein av koyrilærarunum við Korea Times.

Nú er so suðurkoreanska kvinnan til reiðar at fara upp í koyring.

Eisini vit her á koyrilararin.fo  ynskja henni góða eydnu framyvir

Scroll to Top