Einvegis fløkja

Løgið, at avvarðandi myndugleikar, sum eitt nú einsrætta gøtur, ikki gera seg lidnar alt fyri eitt. Reglan tykist vera, at tað skal og má vera ógjørt, og óskilið valdar, tí tey, sum koyra, leggja ikki merki til, at henda og handa gøtan eru einsrættaðar.

Vit spyrja: Hví skelta vit føroyingar ikki, sum tað eigur at verða skeltað? Tað vil siga, so tað sæst, og at vit sleppa undan teirri ævigu illstøðuni millum fólk – millum tey órættaðu og syndararnar í ferðsluni.

Tað hevði lætt ótrúligt um ferðsluruðuleikan í okkara kaos-plágaða høvuðsstaði, altso at SKELTA LIÐUGT OG EFFEKTIVT! (ss)

Scroll to Top