Eitt ferðsluóhapp í Vágatunnlinum

Eitt ferðsluóhapp í Vágatunnlinum sunnunáttina kundi havt nógv størri avleiðingar, um ein ung kvinna ikki sat í trygdarbelti. Óhappið hendi beint eftir klokkan eitt sunnunáttina, tá ið ein ung kvinna á veg vestur í Vágar, sovnaði við róðrið og rendi inn í tunnilsveggin. Tíbetur fyri ungu kvinnuna sat hon í trygdarbelti, og tað hevur uttan iva verið orsøkin til, at kvinnan slapp so mikið væl frá óhappinum. Bilurin, sum unga kvinnan var einsamøll í, gjørdist ivaleyst vrak av samanstoytinum við tunnilsveggin, men unga kvinnan slapp snikkaleys frá óhappinum, hóast hon sjálvsagt gjørdist ógvuliga skelkað. Sýslumaðurin í Vágum, Regin Jespersen, sigur, at hevði unga kvinnan ikki sitið í trygarbelti, hevði hon ivaleyst fingið stóran skaða. Hann heldur tí, at óhappið sunnunáttina er eitt gott dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur at sita íbundin. [olivant.fo]

Scroll to Top