Eitt trygdarbelti til hvørt ferðafólk

Frá 1. mai mugu ikki vera meira fólk í einum bili-ella vøruvogni, enn trygdarbelti eru til. Tað hevur danska fólkatingið samtykt í dag. Á baksetrinum verður tó ein freist fram til 1. mai 2009 av fyriliti fyri trongum fíggjarligum viðurskiftum hjá barnafamiljum. Hugaligt er um ein tílík ætlan verður samtykt her á landi. (Ritzau/be)

Scroll to Top