Í løtuni liggur prísurin á einum nútíðar lithium-ion-battaríi til ein vanligan bil um 17.000 evrur – umleið 127.000 krónur, og fyri henda prísin fært tú jú í dag ein heilan bil. Serliga í londum við lágum avgjøldum á bilum.
Tískil gongur vegurin til avmarking av CO2-útlátinum í atmosferuna ikki fyrst og fremst gjøgnum elbilar uppá stutt sikt, men gjøgnum eina munandi betring av brennimotorum.
– Kanningar vísa, at meginparturin av týskum bilum koyrir undir 80 kilometrar um dagin, meðan aðrar kanningar vísa, at kundarnir vilja hava ein elbil, sum kann koyra 200 kilometrar. Hetta krevur eitt battarí uppá góð 250 kilo. Vit skulu minka vektina á battarínum munandi, og sama er galdandi fyri prísin, sigur Bernd Bohr.
Nógv ár gangaMen tað fara at ganga mong ár, áðrenn nóg nógv battarí verða framleidd til, at prísurin verður rímiligur. Tá framleiðslan kemur í gongd, fara battaríprísirnir at falla, men tey fara í mong ár fram framvegis at kosta millum 8.000-12.000 evrur.
Bosch roknar við, at umleið 50.000 el- og plug-in-hybridbilar verða seldir um allan heim í 2015, og tá teir verða framleiddir av ymiskum framleiðarum, fer tað at seinka eini hópframleiðslu, ið kann gera teir bíligari.
Sjálvt um tað sær eitt sindur smásvart út fyri elbilunum, so verða teir kortini í síðsta enda vinnararnir, tí teir eru sera orkueffektivir í mun til bæði bensin- og dieselbilar.
Bøta um brennimotorinMen aðrir trupulleikar skulu vera loystir, áðrenn vit av álvara kunnu kalla ein elbil fyri dálkingarfrían. El verður ofta framleitt úr fossilum brennievnum sum koli, og hyggja vit at, hvussu el verður framleitt í Týsklandi, so hevði ein elbilur framvegis verið orsøkin til 120 gramm av CO2-útláti fyri kilometurin.
Tí metir Bosch, at góðar grundir eru til at halda fram við eini intensivari menning av brennimotorunum til tess at skunda undir minkingina av CO2-útláti.
– Vit halda fram við at gera brennimotorarnar meira effektivar, tí teir verða framvegis dominerandi tøknin næstu 20 árini – hóast øll alternativini. Vit halda, at tað ber til at avmarka koldioxidemissiónina fyri ein 100 kW-motor (136 hk) í einum lidnum bili til minni enn 99 gramm fyri kilometurin, sigur Bernd Bohr. (Kelda: SEV)