Nýggjar ferðslukanningar vísa, at eldri tillaga sín leiklutin sum eldri bilførari við at broyta teirra koyrihátt og koyrimynstur, so tey koma sær undan torførum og møguligum vandamiklum støðum. Dømir um tað broytta koyimynstrið er, at teir eldri bilførarnir sleppa sær undan at koyra í ringum líkindum, á mortorvegi, ella sleppa sær undan at koyra í meldurtíðini, skrivar Danmarks Transportforskning í einum tíðindaskrivi.
Nógv av teimum eldru minka harumframt bilkoyringina við árinum, men tey eru líka so bundin av teimum møguleikum bilurin gevur sum aðrir bilførarar. Danmarks Transport Forskning hava samanborið úrslitini frá undanfarnum kanningum á økinum og hugt nærri at teimum umstøðum teir eldri bilførarnir hava í dag.
Kanningin staðfestir eisini, at vit kunnu vænta eitt hækkandi tal av eldri persónum í teimum komandi árum, lutvíst tí størri parturin av teimum aldrandi kvinnunum vilja koyra bil enn áður.
Út frá einari røð av skaðaanalysum er man komin fram til, at eldri bilførarar kunnu hava torført við at hava tamarhald á støðuni og handfara fleir ferðslustøður. Tá eldri bilførarar eru blandaði uppí eitt ferðsluóhapp, hendur tað oftast í krossvegi og í samband við aðrar truplar støður í ferðsluni. Fyri at bøta um ferðslutrygdina fyri teimum aldrandi bilførarunum vantar tað vitan um, hvussu tey eldru sjálvi uppliva teirra vága í ferðsluni,og hvussu hetta ávirkar teirra flutningsmynstur. [be]