ES umhugsar at seta nýggj krøv til koyrikortið

Stórur munur er á hvørji krøv verða sett til tey, sum taka koyrikort í ES londunum, og stórur munur er eisini á, hvussu leingi koyrikortini eru galdandi. Sum dømi kann nevnast, at tey sum taka koyrikort í Týsklandi fáa eitt koyrikort, sum er galdandi alt lívið, meðan svenska koyrikortið skal endurnýggjast 10. hvørt ár. Mett verður, at í løtuni eru umleið 110 ymisk sløg av koyrikortum og koyriroyndum galdandi í ES londunum, og at tað tí er neyðugt at samskipa krøvini, og fáa sett í gildi avmarkingar, sum skulu vera galdandi í øllum ES londunum. Hetta arbeiðið er komið so mikið langt, at roknað verður við, at nýggju reglurnar fara at krevja, at koyrikortið skal endurnýggjast tíggjunda hvørt ár, og at tað í hesum sambandi skulu setast serlig krøv til sjónina hjá teimum, sum eru omanfyri 45 ár. RFF mælir til 7. hvørt ár Tað er onki at ivast í, at slíkar broytingar bøta um ferðslutrygdina, og tí verður eisini mælt til at gera broytingar á hesum øki í álitunum um Nullhugsjónina, har m.a. sagt verður: “… øll, ið hava koyrikort, eiga at koma á eitt kravt ferðsluskeið 7. hvørt ár, so tey fáa høvi at dagføra sína vitan og sín førleika. Sera ynskiligt hevði eisini verið, um Føroyum kundu fingið ein simulator, sum umrøddur er í hesum áliti, tí so høvdu hesir bilførarar á tann hátt fingið frálíkar møguleikar at vant seg við fremmandar ferðsluumstøður o.a. við hesum tóli. Í álitinum um Nullhugsjónina eru eisini gjørdar meira generellar viðmerkingar til hesi viðurskifti: Dagføring av koyrikorti Tað er sum kunnugt galdandi fyri alla útbúgving, at verður hon ikki hildin við líka, so fer tað, sum lært hevur verið, so líðandi í gloymskuna. Um koyrt verður regluliga, so verður tann verkligi parturin støðugt mentur, sum frá líður. Men verri er við tí ástøðiliga parturin, ið var lærdur á sinni, men sum kanska bert hendinga ferð skal standa sína roynd í ferðsluni. Tað munnu vera nógvir bilførarar, sum næstan bara nýta bilin í sambandi við sítt arbeiði og tey ørindi, sum gjørd verða har á staðnum. Onkra hendinga ferð verður kanska farið t.d. til Havnar ella aðrastaðni, har nógv fleiri vegamerkingar o.a. er at hugsa um, enn bilførarin annars er vanur við í heimbygdini. Sum árini ganga, broytast eisini býarmyndirnar við nýggjum vegum, skeltum, ferðsluljósum, vegamerkingum, rundkoyringum o.ø., so tað er ikki so løgið, um mangur bilførari, ið ikki vanliga koyrir hesar leiðir, kennir seg eitt sindur ørkymlaðan. Og hvør av okkum man ikki meir enn eina ferð hava sæð bilførarar, ið t.d. koyra inn á vegir, har innkoyring er bannað, sum snara til vinstru í eini rundkoyring, sum koyra ímóti ferðsluni á einsrættaðum vegi o.s.fr.! Eitt annað og ikki minni álvaramál er so tað, at alt fleiri og fleiri føroyingar fara nú á hvørjum ári í útlondini at ferðast við húski sínum í bili, og at teir har mangan koyra í ferðslukervum og -umstøðum, sum eru fullkomiliga fremmand og tí ókend fyri mongum føroyskum bilførara. Veruleikin sýnir okkum eisini, at tað eru nógvir føroyingar, ið eru komnir illa fyri av hesum ávum. [kelda: RFF.]

Scroll to Top