Etandi skít full kvinna við 7,08 promillu

Ein 45-ára gomul kvinna úr statinum South Dakota í USA hevur sett heimsmet samstundis sum hon ognaði sær eina metstóra bót, tá løgreglan kom fram á hana, í einum stolnum bili, etandi skít full, hon var so full, at hon nærmast var við ongum viti. 

Løgreglumaðurin, sum tók hana, máldi promilluna hjá henni til ikki minni enn 7,08 og tað er meira, enn nakar serfrøðingur minnist at hava mált á nøkrum livandi menniskjað, skrivar tíðindastovan AP. Hægsta promilla, sum er máld –umframt tað hjá kvinnuni úr South Dakota, er 5,6 promillu.

Ein blóðroynd hjá tí 45-ára gomlu kvinnuliga tysta bilføraranum staðfesti methøgu promilluna sum svarar til níggju falda tað sum er loyvt í statinum South Dakota, sum er 0,8 promillu. Í Føroyum hava vit 0,2 promillu. 

Sambært AP skuldi kvinnan sama dag møta upp í rættinum fyri bilstuldur og rúsdrekkakoyring. Hon møtti tó ikki upp, men seinri sama dag hvar hon funnin – aftan rættið á tí stolna bilinum. (be)

Scroll to Top