EU-nummarpláta

Í 2008 verður ein sjálvboðin skipan stovna í Danmark við EU-nummarplátu. Tað upplýsa SKAT. EU-nummarplátan hevur tað bláa EU-flaggið uttast til vinstru. Niðast á EU-flagginum kemur DK at standa fyri at vísa, at nummarplátan er úr Danmark.

Fyrimunurin við EU-nummarplátuni er, at hon kan brúkast sum eyðkenni við koyring innanfyri EU. So sleppa bilførarnir frá at hava eitt serligt merki á bilinum, sum vísir, at teir koma úr Danmark. (be)

Scroll to Top