Fáa ikki klipp

Hóast tað er ólógligt at koyra bil uttan trygdarbelti og at tosa í handhildnari fartelefon undir koyring, koma hesi lógarbrotini ikki inn undir klippikort-skipanina. Føroyska klippikortskipanin er meinlík tí donsku, men onkur munur er kortini á ferða-avmarkingunum

– Endamálið við klippikort-skipanini er fyrst og fremst at forða fyri, at bilførarin er til vanda fyri onnur, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, sum hevur verið við í arbeiðinum at gera klippikort-skipanina. Hann sigur tó, at tað kann hugsast, at fartelefonin kemur við í klippikortskipanina seinni.

Leiðarin á Ráðnum fyri ferðslutrygd, Sølvi Reinert Hansen, heldur, at fartelefonin átti at verið partur av klippikortskipanini. – Í fyrstu atløgu verður ikki farið eftir tí at tosa í fartelefon, men heldur verður farið eftir øðrum tingum, ið kunnu skapa vanda í ferðsluni, sigur hann. (uf)

 

Scroll to Top