Árið, 2005 hevur verið eitt hendingaríkt ár hjá KOYRILÆRARANUM /Benny Ejdesgaard Hyggja vit aftur um bak so er tað í hvussu so er ein sannroynd, at hagtølini peika tann rætta vegin. Einans ein stóð ikki teoriroyndina fyrstu ferð og einans ein var óheppin og kláraði ikki koyriroyndina fyrstu ferð. Øll hini stóðu royndirnar fyrstu ferð, tað er FANTASTISKT og málsetningurin fyri 2006 er tann sami, øll klára tað fyrstu ferð