Ferðslutrygdartiltøk

Skeltini á vegbreytini koma afturat vanligu skeltunum úti í vegjaðaranum. Hetta verður gjørt fyri at fáa bilførarar at geva skeltingini á hesum vegastrekkinum meira ans, so at ferðin verður minkað, áðrenn koyrt verður inn í bygt øki. Hetta hevur Landsverk ikki roynt á landsvegunum í Føroyum áður, men aðrastaðni hava tey góðar royndir við tílíkari skelting 

Onnur trygdartiltøk á sama vegastrekki  
Umframt at festa skeltir niður á vegbreytina, verða eisini onnur tiltøk gjørd fyri at tryggja sjálva innkoyringina til Havnar mest møguliga.  

Miðjaðarin á vegnum verður breiðkaður fyri at skilja ta nógvu ferðsluna meira sundur, ein ferðgái, sum vísir tína ferð, verður settur upp í næstum og oyggjar eru gjørdar við gonguteigin við Manbrekku, sum umframt at gera tað tryggari hjá fólki at fara yvir um vegin eisini gera tað møguligt hjá fólki at steðga á vegmiðjuni.

Scroll to Top