Ferðsluvandamikil heilivágur

Ferðsluvandamikilheilivgur er ofta merktur við einum reyðum tríhyrningi.
Um tú tekur heilivág við reyðum tríhyrningi, skalt tú vera varin við hvussu tú reagerar uppá hendan heilivágin, áðrenn tú fert at koyra bil, arbeiða við maskinum e.l.
Um tú gerst sløv/ur av heiliváginum, eigur tú at lata bilin standa.

Heilivágur fyri angist, ampa, anvekur, epilepsi, sjóverk hevur reyðan tríhirning. Eisini hevur onkur heilivágur fyri sterka pínu og hosta reyðan tríhirning. (Sí lista yvir heilivág)

Uttan reyðan tríhyrning
Annar heilivágur er, sum ikki er merktur við reyðum tríhyrningi, men sum eisini kann vera vandamikil í ferðsluna. Tí er altíð týdningarmikið, at vera varðugur við hvussu heilivágurin ávirkar teg. (Sí lista yvir heilivág)

Her kann vera talan um pupilluútvíðkandi eygnadropar, ið kunnu ávirka sjónina so ein ikki sær so væl, heilivágur fyri ov høgt blóðtrýst, ið kann geva svimbul í byrjanini av viðgerðini, ov nógv insulin ella heilivág fyri sukursjúku, sum kann føra til ov lágt blóðsukur, heilivágur fyri hoyfebur og ovurviðkvæmi, heilivágur fyri turran hosta og heilivágur fyri tunglyndi. Eisini kunnu ávís sløg av náttúruheilivági ávirka reaktiónsevnini.

Hvussu kann eg vita um heilivágurin er ferðsluvandamikil?
Tú eigur at vera sera varin áðrenn tú setir teg aftan fyri róðrið, um tú hevur tikið nýggjan heilivág og kennir teg ótilpas, ávirkaðan ella uppstemt stutt eftir at tú hevur tikið heilivágin. Heilivágurin kann hava ferðsluvandamikil hjáárin. Virkningurin kann vera stuttur, men tað týdningarmiklasta er at ein sjálvur er varugur við hvussu ein sjálvur reagerar. Vit reagera øll ymiskt uppá sama slag av heilivági.

Ferðsluvandamikil heilivágur og rúsdrekka
Um tú drekkur rúsdrekka saman við ferðsluvandamiklum heilivági, kann tann sløvandi virkningurin forsterkast.
Eisini kann sløvandi virkningurin forsterkast um tú tekur fleiri sløg av ferðsluvandamiklum heilivági.

Hugsa um hetta áðrenn tú fert at koyra:
Um tú ivast, spyr apotekið ella læknan um tú kanst koyra bil við heilivágnum.

Kanna altíð um tín heilivágur er merktur við einum reyðum tríhyrningi, og ver varðin!

Um tú fært heilivág, sum hevur ein reyðan tríhyrning ella um skamtanin broytist, er týdningarmikið at tú   veitst hvussu tú reagerar uppá hendan heilivágin áðrenn tú fert at koyra akfør.

Les seðilin í heilivágspakkanum. Har kanst tú lesa um hjáárin, og um heilivágurin ávirkar annan heilivág ella rúsdrekka.

Um tú byrjar eina heilivágsviðger fyri sálarliga sjúku, sukursjúku ella ov høgt blóðtrýst, ella um skamtanin broytist í tíni viðger, tosa so við læknan um tað er neyðugt at lata bilin standa.

Rúsdrekka og ferðsluvandamikil heilivágur er ein vandamikil blanding. Rúsdrekka – sjálvt eitt glas av víni ella ein øl – kann forsterka tann sløvandi virkningin av heilivágnum nógv. (apotek.fo)

 

Scroll to Top