Flogvøllurin sum koyriteknisk breyt

Instruktørarnir Helgi Magnusarson og Schandorff Vang siga, at tá vit onga koyritekniska breyt hava í Føroyum, er hetta ein góð loysn. Koyringin verður gjørd í samráð við flogvallarmyndugleikarnar.

Bæði bilar og bilførarar sleppa at royna seg. Koyringin virkar sera harðlig, men í arbeiðnum hjá politinum er mangan neyðugt at koyra heilt har til, sum markið gongur fyri hvat bilur og bilførari klárar.

Instruktørarnir Helgi Magnusarson og Schandorf Vang siga, at teir fegnast um, at ein arbeiðsbólkur er settur at fyrireika eina koyrtekniska breyt við hálkubreyt í Føroyum. Í nógvum londum er tað at krav, at øll sum taka koyrikort skulu hava koyrt á koyritekniskum anleggi og á eini hálkubreyt. (maggi)

Scroll to Top