Frámerki til nýggjar bilførarar

Siti og hugsi, um tað ikki hevði verið skilagott, at nýggir, óroyndir bilførarar kundu havt frámerki á bilinum, ið segði, at talan var um óroyndan bilførara. Hetta kundi t.d. verið eitt klisturmerki, ið var lætt at seta á og  at taka av. Nýggi bilførarin kundi so havt loyvi at brúkt frámerki eitt avmarkað tíðarskeið, um hann hevði hug til tess. Tann, ið ikki hevði havt hug at brúkt frámerki kundi so bara latið vera við at sett tað á bilin.Eitt tílíkt merki kundi fyribyrgt vanlukkur, av tí at aðrir bilførarar høvdu verið serliga ansnir, tá teir sóu bil við hesum frámerki. (k.h)

Scroll to Top