Tølini frá Akstovuni fyri 2010 vísa at KOYRILÆRARIN /Benny Ejdesgaard enn einaferð hevur nógv lægsta dumpiprosent.
Her verður eingin skumpaður ígjøgnum undirvísingina bert fyri tí fyri eyga at klára teoriroyndina skjótast gjørligt. Tað ræður um eina góða og álítandi frálæru.
Næmingurin fær innlit í og fatan av teimum vandum og trupulleikum sum eru úti ferðsluni og kunnleika um ferðslulógina og aðrar lógásetingar sum hava týdning fyri frálæruna.
Eisini fær næmingurin eina grundleggjandi vitan um menniskjalig viðurskiftir sum hava ávirkan á koyriførleikan, soleiðis at tey kunnu brúka síni evnir til at fáa eina tryggari fatan og koyring úti í ferðsluni.