Føroysk GPS kort

Kortið fevnir um allar Føroyar. Við í kortinum eru oyggjar, hagar, bygdir, vøtn, hólmar, áir, seyðaból, varðar og varðagøtur umframt knapt 15000 staðanøvn. Væl umtøktu og hugtakandi GPS-ararnir, sum snildisliga leiða okkum á rætta stað, eru eisini í hesum kortinum.

GPS-kortini fáast til keyps frá Radiobúðini í Saltangará, Elding í Klaksvík, Radiohandlinum og Expert í Havn umframt umborð á Norrønu.

Við einum GPS-ara og kortinum fært tú eitt føroyskt atlas talgilt við nógvum staðanøvnum. Haraftrat sæst, hvar tú sjálv(ur) ert í mun til vegir, vøtn, áir, fjøll, 50 m hæddarlinjur og hvørjum hagaparti, tú gongur í. Varðagøturnar eru eisini við. Hesar upplýsingarnar veita tær eina góða trygd, um nú illa vildi til, og tú villist, mjørki legst o.s.fr. GPS-arin vísir tær aftur eftir slóðini tú komst. So upplagt er hjá øllum teimum, sum arbeiða ella ferðast í náttúruni at ogna sær kortið. Við áðurnevndu grundleggjandi kortum og vegleiðaranum saman, fært tú ein virðismiklan fylgisneyta.

Kostnaðurin fyri hvørt GPS-kort er 1495 kr.

 

Scroll to Top