Landsverk sigur, at ein av orsøkunum til positivu gongdina, kann vera miðvísa ferðslutrygdararbeiðið seinnu árini, sum úrslit nú sæst av, umframt hugburðsbroytingin til ferðslutrygd.
Tilsamans skrásetti Landsverk 867 ferðsluóhapp í fjør, sum løgreglan eisini skrásetir í sínum frágreiðingum – 250 á landsvegunum og 617 á teimum kommunalu vegunum.
Ferðsluóhappini – tá tvey ár eru undantikin – er minkað støðugt síðani 2000. Seinast í 80-árunum vóru meira enn tvær ferðir so nógv ferðsluóhapp skrásett.
60 fólk fingu skaða í ferðsluni í Føroyum í fjør, og tvey fólk lótu lív.