Fyrimyndarlig

Paris Hilton hevur verði fyrimyndarlig í rættinum, og tí er fongsulsrevsingin hjá hotellarvinginum set til hálva tíð.

Amerikonsku myndugleikarnir avgjørdu mikudagin at Paris Hilton, einans skal sita hálva tíð av teimum 45 døgunum hon fekk, aftan fyri rimarnar.

Hilton hevur áður kalla dómin fyri órættvísan, og hennara sakførarar hava úttala, at teir vildu kæra dómin. Tað ljóðar, at Hilton hevur viðgingið gerðina og hevur boða frá, at hon var” Tilreiðar at átaka sær avleiðingarnar av lógarbrotunum um treytaða døming fyri vandakoyring”. (be)

Scroll to Top