Fyrsta klippið komið í eitt koyrikort í Føroyum.
Klippikortskipanin, sum kom í gildi tann 1. januar, er nú tikin í nýtslu, tá ein bilførari í gjár fekk eitt klipp í koyrikortið hjá sær. – Orsøkin var, at hann framdi eina ólógliga yvirháling, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Talan var um ein bil, sum yvirhálaði ein annan við rundkoyringina á Hvítanesvegnum á einum strekki við fult upptrektari linju. Hetta kostaði viðkomandi eitt klipp í koyrikortið, og tað stendur við næstu trý árini.
Trý klipp í trý ár hava við sær treytaða frádøming av koyrikortinum, og tað merkir, at ein bilførari skal standa bæði teori- og koyriroynd til tess at varðveita koyrikortið. Harafturat stendur treytaða frádømingin við í trý ár frá tí degi kortið verður frádømt. (ú.f)