Gallaveitsla

Hýruvognar og aðrir privatir bilar parkera uttan fyri Norðurlandarhúsið. Út í kalda og ilsliga veðrið stíga gentur í síðum og vøkrum kjólum, í litríkum og føgrum pløggum. Hári er sett upp, og skundisliga snúgva tær sær innum høvuðsdyrnar, so at sminkan ikki rennur av.Dreingirnir eru harafturímóti í svarta skóm og klædningi.

Orsøkin til galanta stílin er, at koyrilærarin Benny Ejdesgaard skipar fyri galla veistlu, har ið fyrrverandi og núverandi næmingar hittast.

Hýrurin er góður og hendinga kling og klang hoyrist fjart burturi. Úti í forhøllini hoyrist harafturímóti málageipanin av spentum og vónríkum unglingum. Men fyrrverandi og núverandi næmingarnir hava orsøkir til at vera spent, tí skráin inniheldur bæði sushi og mótaframsýning umframt live tónleik.

Fleiri myndir eru at síggja her og eisini eru myndir at síggja á mess.fo

Scroll to Top